Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Uttandurakappingarnar byrja nú!

5/5/2020

 
Góðu tit øll
Vit gleðast um, at kappingar nú aftur kunnu vera. Kappingarnar eru í hesi raðfylgju:
  • Uttandura-kapping 1 verður 04.- 06. juni í 2020.  
  • Uttandura-kapping 2 verður 11. – 13. juni í 2020
  • Uttandura-kapping 3 verður 25. – 27. juni í 2020
  • FM verður 09. – 11. juli í 2020
 
Sum tit síggja, so er stutt ímillum kappingarnar í ár. Hetta er orsakað av serligu støðuni, sum landið er í. Eisini skulu vit kunna tykkum um, at tilmælini í sambandi við Covid-19, verða fylgd.
Kappast verður í vanligu greinunum: V1, V5, T1, T2, T7 og F1. Eingin 100-M-skeiðkapping verður í ár.
 
Í ár verður einans goldið luttøkugjald, sum er 100 kr. Sama hvørjum greinum riðið verður í, og sama um tú hevur fleiri ross.
 
Børn undir 18 ár; ókeypis.
 
Vinaliga
Ítróttanevndin

Øll tiltøk felagsins avlýst!

3/12/2020

 
Picture
Góðu limir,

Eftir tilmæli frá ÍSF verða øll tiltøk felagsins hervið avlýst næstu tvær vikurnar. Hetta kemur m.a at raka eykaaðalfundin í kvøld og 4 gongs kappingina 21. mars.
Vit vilja samstundis heita á limir um annars at fylgja tilmælum frá heilsumyndugleikum við reinføri o.ø og eisini heita á limir um at avlýsa alla undirvísing á øki felagsins næstu tvær vikurnar.
Eru spurningar annars, eru tit altíð vælkomin at ringja til ein av nevndarlimunum.

Vinarliga Starvsnevndin


Topp Ross Kvøldartølt

2/11/2020

 
Leygardagin 15.02.2020 kl. 19.00 verður kvøldartølt, hetta er ein innandurakapping í T1, T7 og sum nakað nýtt i ár eisini, T2.
T7 er ætlað teimum, ið eru minni von. T7 skal ríðast ein umgang spakuligt tempo tølt og ein umgang valfrítt tempo tølt.
T2 skal ríðast, fyrsta umgang valfrítt tempo tølt, annan umgang spakuligt tempo tølt og triðja umgang verður vent og ríðast skal slakteyma tølt.


Kostnaður er 100 kr. pr. par + 50 kr fyri eyka ross.
Gjaldast skal kontant í kaffisøluni aðrenn fari verður á vøll!

Tit melda til, við at senda fulla navn á rytta og rossi til Jacklin ella Klæmint annahvørt á tlf 226211 og 220075 ella boð á facebook, innan hóskvøldið 13/2 kl 23.00.

Møguleiki verður at keypa kaffi, te, øl v.m. og okkurt til matna.


Eingin aldursgrensa er fyri at luttaka í kappingini, kappingin verður dømd eftur FIBO reglugerðini og vit heita á tykkum, um at kanna eftir at útgerð tykkara og hógvalongdir eru ílagið!

Við rossakvøðu
Ítróttarnevndin.

TØLTHØLLIN STONGD FRÁ HÓSKVØLDINUM TIL SUNNUKVØLDIÐ

2/5/2020

 
Sunnudagin 9. februar skipa vit fyri árliga hugnadegnum fyri stuðlum okkara.

Fyrireikingarnar byrja hóskvøldið kl. 17. Øll eru vælkomin at taka ein hond í.

Í hesum sambandi, so verður høllin stongd frá hóskvøldinum til og við sunnukvøldinum.

Skeið við Gusta

1/5/2020

 
Picture
Skeið við Gústaf Ásgeir Hinriksson (Gústa), verður vikuskiftið 24-26 januar 2020

"Fleiri tykkara kenna Gústa, sum hevur verið fleiri ferð í Føroyum og undirvíst, hann er útbúgving á Hólum, hann er ein av úrmælinginum í Íslandi innan ríðing og hóðast sín unga aldur, hevur hann nógv góð úrslit at vísa á ímillum teir sterkastu profilanar í Íslandi".


​Skeiðið er einaundirvísing 1x30 min + 2x40 min.


Kostnaður er 1350 kr

Tilmelding til skeiðið fer fram við at ringja ella skriva boð til Jacklin á tlf 226211.

<<Previous
Forward>>
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.