Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English
Picture
Søgan um felagið

Føroyskt Íslandsrossafelag bleiv sett á stovnað tann 8. Mars 1989. Mennirnir sum stovnaðu felagið vóru Hjalmar Petersen, Kalmar Lindenskov,  Torkil Thomsen, Grækaris Joensen og Arnhold Berg.





Endamál felagsins:
Er at virka fyri at stimbra áhuga fyri íslandsrossinum og røttu nýtslu rossins í ríðiítróttini. At arbeiða fyri at loyvi verður at innflyta ross úr Íslandi eftir tørvi og ala íslandsrossið í Føroyum, eftir teimum rættningslinjum, ið íslendsku alifeløgini nýta, soleiðis at samansjóða allar íslandsrossavinir, sum vilja fremja hesi mál.

Í ríðiítróttini og aliarbeiði skal felagið virka fyri, at varðveita og styrkja serstøku evni íslandsrossins, t.d. íslandsgonguløgini, teirra styrki og villrossaeyðkenni.

Felagið skal treytaleyst ala rein íslandsross og í hesum sambandi føra ættbók um íslandsross í Føroyum.

Skipað verður eisini fyri at døma ali- og ríðiross eftir galdandi reglum í Íslandi, útbúgva dómarar og ríðarar og skipa fyri ríðikappingum og rossasýningum.




Powered by Create your own unique website with customizable templates.