Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Kvenna - og kallatølt

1/3/2021

 
Picture
Leygarkvøldið 9 januar verður árliga stuttleika kappingin Kalla- og Kvennatølt. Kappingin verður eins og undanfarnu ár hildin innandura í Tølthøllini.

Kappingin byrjar kl 19.00 

Kostnaður 50 kr pr. ross – gjaldast skal í ”kioskini” innan fari verður á vøllin!



​Kappast verður í valfrítt tempo tølt og dømt verður útfrá ”cup systemi” eins og undanfarnu ár.
Hetta er ein stuttleika kapping til tey vaksnu, tí eru A-finalu pøri kki loyvd at luttaka, tó undantikið A finalu pør, í hava luttikið í opnu flokkinum V5 og T7 eru loyvd. Aldursmark 18 ár!


Møguleiki verður at keypa suppu v/fluté, kaffi, te og okkurt leskiligt

Tilmelding fer fram við senda boð á FB ella ringja til Valborg á tlf. 292010 ella Jacklin á tlf. 226211 innan hósdagin 7 januar kl 23.00. ​

Vinaliga Ítróttarnevndin.

SÚKKLU- & RENNIKAPPING KRING VESTURVARÐA NÝGGJÁRSAFTAN

12/29/2020

 
Til tykkara kunning, skipar Súkklufelagið aftur í ár fyri súkklu- og rennikapping kring Vesturvarða nýggjársaftan frá kl. 10.00 til kl. 12.00.

​
Vinarliga
Starvsnevndin

Ársaðalfundur felagsins verður í Tølthøllini mánakvøldið 30. november 2020 kl. 19.30.

11/15/2020

 
Komandi ársaðalfundurin fevnir um ríðiárið 2019/2020, ið gongur frá 1. oktobur 2019 fram til 30. septembur 2020. Uppskot til samtyktar og lógarbroytan, skulu verða nevndini í hendi seinast 8 dagar áðrenn ársaðalfundin. Uppskot skulu sendast til isross@isross.com.

Eykaaðalfundurin
Eykaaðalfundurin, sum skuldi verða fyrr í ár, tann 12. mars kl. 19, verður nú hildin í Tølthøllini 30. november kl. 19, áðrenn ársaðalfundin. Á skránni er nýtímansgerð av viðtøkum felagsins. Uppskotið til nýggju viðtøkur er at síggja her:  Uppskot til viðtøkur

Vónandi møta vit fjølment til fundirnar, og virða tilmælir landsins viðvíkjandi koronasjúkuni.

Við ríðikvøðu
Starvsnevndin

Tølt-in-Harmony

11/2/2020

 
Leygardagin 28.11 kl 19.00  ”tjóvstarta” við árið við einari Tølt-in-Harmony-stuttleika-innandurakapping.
Vit hava áður havt hesa kapping inni í høllini, so fleiri tykkara kenna hvussu kappingin verður riðin.
Tó kann viðmerkjast, at síðani seinasta kappingin varð hildin, er hon yvirtikin av FEIF, sum hevur broytt navnið á henni til  ”Figures” og er at finna í FEIF Sport Rules and Regulations 2020 
 
Vit hava valt, at einans kappast í Level 1, og verður kappingin riðin á henda hátt:
 
Element 1:
Reiðfólkið byrjar í spakuligum til meðal-tempo-tølti og heilsar við A fyri at byrja.
Reiðfólkið ríður eitt 8 tal, reiðfólkið heldur sama tempo og somu ferð ígjøgnum alt 8-talið.    
 
Element 2:
Reiðfólkið byrjar at ríða ein ring (voltu) við A í valfríum-tempo-tølti. Reiðfólkið krossar diagonalin og ríður ein ring (voltu) á hina hondina við C. Reiðfólkið krossar aftur diagonalin og endar við A. Reiðfólkið má halda tempo og ferð javnt ígjøgnum alt øvilsið.
 
Element 3:
Reiðfólkið fremur eitt skifti til fet við A og ríður yvir diagonalin í einum avslappaðum, tó energiskum feti við teymasambandi. Við C steðgar reiðfólkið í 3 sekund og nikkar fyri at vísa, at programmið er liðugt.
 
Tú KANST brúka 1 minutt, áðrenn tú byrjar programmið inni á vøllinum, men tað SKAL byrja á A.
​
Picture

Útbúgving innan íslandska rossinum.

10/21/2020

 
Sum nakað nýtt bjóðar Føroyskt Íslandsrossafelagið útbúgving innan Íslanska rossið. Talan er um Knapamerki, ein systemisk útbúgving, útvikla av Hólum háskúlanum í Íslandi. Hetta er ein útbúgving, ið íslandsrossafeløg í flest øllum londum kring okkum, hava bjóða limum sínum í nógv ár.

​Nú kunna vit í Føroyskt Íslandsrossafelag gleðast um, at eisini vit kunna bjóða limum okkara hesa útbúgving.  
 
Er hetta nakað fyri teg, so kom og hoyr nærri á kunnandi fundinum, ið verður í Tølthøllini mánadagin 26. oktober kl 19.00!
Picture
<<Previous
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.