Tað verður sera spennandi í morgin, nú okkara fyrstu ryttar skula ríða innleiðandi her í Ålandi. Tað eru tær báðar Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Ester Dahl á Heygum, ið verða fyrstar á vøllin. Ragnheiður og Hugi frá Hrepphólum verða fyrst í Tølt, T1 YR og fara á vøllin á leið kl 09.00 fo tíð, síðani verða tað Í slakteymatølt, T2 YR Ester og Vorboði frá Akurgerði, tey fara á vøllin áleið kl 12.00 fo tíð.
Tey, ið ynskja at hyggja eftir kappingini á netinum, kunna keypa sær atgongd við at trýsta á HER