DM er nú liðugt og ikki kann sigast annað enn, at vit eru sera errin av okkara luttakarum.
Ragnheiður reið seg í heilar tvær A finalur og endaði á einum 5 plássi í T1 ungum og einum 7 plássi í V1 ungum.
Ester gjørdist nr. 7 í innleiðandi í T2 ungum, ið var akkurát ov stutt til eina A finalu. Í innleiðandi V1 ungum gjørdist hon nr 18.
Rakel kom við í, fyrst B finaluna, sum hon vann og síðani A finaluna í T1 ungum, har hon endaði á einum 6 plássi. Í V1 ung reið hon seg í eina B finalu og endaði á einum 4 plássi.
Elin kom við í B finaluna í V1, har hon gjørdist nr 5 og í T2 gjørdist hon nr 18.
Beinta gjørdist nr 32 í PP1 og nr 16 í P2
Endamálið við at senda okkara reiðfólk til DM, var at stuðla undir menning og at geva teimum royndir at kappast uttanlanda. Eisini var hetta ætlað sum ein liður í, at fyrireika tær til NM, ið verður 9-14 august á Álandi. Samanumtikið kunna vit siga, at endamálið varð væl og virðiliga nátt og vit takka okkara røsku reiðdamum fyri flotta umboðan á DM og ynskja teimum bestu eydnu, nú leiðin gongur til NM á Álandi.