Sum áður kunnað verður nú skipað fyri einari workshop um virksemið í felagnum. Endamálið við tiltakinum er at fáa eitt orðaskiftið um sportligu tiltøkini hjá FÌR, og um háttin hesi best vera skipaði framyvir.
Nakað av tí, sum verður á skránni er eitt orðaskifti um, hvussu vit best skipa vetrar- og FM kappingarnar - skulu vit halda fram sum nú ella í størri mun eftirlíkna grannalondunum?
Eisini verður spurningurin reistur, um hvussu og hvat vit kunnu gera fyri at tryggja, at vit hava fólk sum vilja skipa fyri hesum mongu tiltøkunum. Kann nakað gerast, soleiðis at arbeiðsbyrðan, við at skipa fyri, verður býtt á fleiri herðar?
Afturat hesum vóna vit, at orðaskifti førur við sær onnur áhugaverd uppskot, sum kunnu gera virksemið enn meira fjølbroytt og spennandi.
Hetta tiltakið er ætla øllum limum og áhugaðum, so tað er okkara stóra vón, at tit møta fjølment og koma við nógvum hugskotum.
Vinarlig heilsan
Vegna FíR, Símun