Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Vegurin til og kring fjósini stongdur leygar- og sunnudagin (2. & 3. juli)

7/1/2016

 
Í morgin (leygardagin 2. Juli) verður økið asfalterað. Eftir ætlan verður alt lagt undir svart uppá ein og sama dag. Leygardagin og sunnudagin verður vegurin tí stongdur fyri allari nýtslu. Stongt verður frá svinginum við reyðugøtu og inneftir.

Tað er sera umráðandi, at asfaltið fær tíð at stadna og tí má eingin, hvørki fólk ella fæ nýta vegin hesar dagarnar. Hetta skal yvirhaldast.
​
Atkomuligt er til og frá øllum fjósum bæði við og uttan ross, um farið verður gjøgnum bøin.
Lat okkum hjálpast at, soleiðis at hetta verður hildið, so at asfaltið fær ta tíð tað skal hava fyri at gerast sterkt og haldbart.

Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.