Tann stóra altjóða kappingin FEIF YOUTH CUP, verður hildin í Axevalla í Svøríki hesar dagarnar.
Føroyar eru umboðaðar av ungu reiðkvinnunum Guðrun Jakobsdóttir Dalsgarð, Bertha Maria Davidsdóttir Nordendal og Helena Dahl Thomsen. Lið og ferðaleiðari er Jóna Ólávsdóttir.
Kappingin verður fyriskipað annaðhvørt ár og er ætlanin at læra tey ungu at kappast, samstarva og samstundis læra nýggj ting innan ríðing.
Kappast verður á íslandsrossum, men kappingargreinarnar eru ikki heilt tær somu, sum tá kappast verður í Føroyum. Hetta saman við tí at føroysku genturnar ikki hava sínu egnu ross við, er sjálvandi ein stór avbjóðing, men helst eisini við til at menna tær sum reiðfólk.
Hitin í Svøríki er eisini nakað sum atlit skal takast til. Summar dagar hevur tað verið so heitt, heilt upp til 38 stig, at rossini sjálvandi ikki kunna ríðast meira enn eitt vist.
Liðleiðarin Jóna Ólavsdóttir letur væl at gentunum og er spent til kappingin veruliga fer at byrja. Men hetta frætta vit meira um seinni.