Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Tú og títt ross - Teoriskeið v. Jónu Ólavsdóttir

2/11/2015

 
Ætlanin er at halda teori undirvísing, ið fer at snúgva seg um venjing av rossi og reiðfólki, sum verður bygt upp stigvíst.

Fyrsti fyrilesturin um „Teg og títt ross“ verður sunnudagin 15. feb. kl. 19 í kaffistovuni hjá Føroyskt Íslandsrossafelag ☺

Jóna Ólavsdóttir útbúgvin ríðilærari og rossavenjari fer yvir: 
  • Hvussu venjing av rossi kann byggjast upp stigvíst
  • Hvør grundvøllurin er fyri væl vandum rossi og reiðfólki
  • Róligur og arbeiðssamur hestur – javnvág og takt
  • Grundvøllin fyri takt og góðum gonguløgum
  • Høvi verður spyrja ríðilæraran spurningar um ríðing og venjing av rossum


Prísur: einans 100 kr

  • Harafturat bjóðar Jóna Ólavsdóttir luttakarum 50% av einum 45 min einkaundirvísingar tíma í februar mánað ☺ ☺ ☺

Aftaná fyrilesturin verður ein hugnaløta og kaffimunnur ☺

So kom og uppfríska, ella víðka, tína vitan um venjing av rossum og nýt síðani høvið, at hugna tær saman við øðrum rossa áhugaðum aftur við einum kaffimunni!

Øll eru hjartaliga vælkomin ☺

Ítróttarnevndin hjá FÍR

Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.