Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Topp Ross kvøldartølt

2/18/2019

 
Leygardagin 23.02.2019 kl. 19.00 verður kvøldartølt, hetta er ein innandurakapping í T1 og T7.
T7 er ætlað teimum, ið eru minni von. T7 skal ríðast ein umgang spakuligt tempo tølt og ein umgang valfrítt tempo tølt.

Kostnaður er 100 kr. pr. par + 50 kr fyri eyka ross.
Gjaldast skal kontant í kaffisøluni aðrenn fari verður á vøll!

Tit melda til, við at senda fulla navn á rytta og rossi til Jacklin annahvørt á tlf 226211 ella boð á facebook, innan hóskvøldið 21/2 kl 19.00.

Møguleiki verður at keypa kaffi, te, øl v.m. og okkurt til matna.

Vit skula gera vart við, at kvøldartølt er undankappingar til FM – innandurakappingina og gevur atgongd til, at luttaka í tølt til innandura FM.
Einki karaktermark og eingin aldursgrensa er, kappingin verður dømd eftur FIBO reglugerðini, vit heita á tykkum um at kanna eftir at útgerð tykkara og hógvalongdir eru ílagið!

Við rossakvøðu
Ítróttarnevndin.

Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.