Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Topp Ross-innandura-liðkappingin

3/18/2019

 
Leygardagin 30. mars kl 19.00 verður ársins liðkapping.
Hetta er ein kapping, har ið eitt lið, sum er mannað við trimum pørum, kappast í ymiskum greinum á sama hátt sum undanfarnu ár.
Bara eitt A-finalu-par (T1,V1,T2,F1) kann vera á hvørjum liði!
 
Greinarnar, ið kappast verður í, eru:
  • Einkult gongulag. Vel ímillum tølt, trav, skeið, fet ella lop.
  • T1-programm.  
  • Gæðingafimi. Her verður ein seria víst við øvilsum í tríggjar minuttir. Liðið skal vísa tølt, fet og versadu til báðar síður. Endamálið við hesi grein er at vísa vakurleika, fjølbroytni, megi og fínleika hjá rossinum.  
 Dømt verður í fýra stigum:
  1. Góðskan í gonguløgum.
  2. Torleikastigið í seriuni. Um eitt nú versada verður víst í lopi, so gevur tað hægri stig, enn um hon verður víst í feti. Ella um fleiri øvilsir verða víst, so gevur tað eisini hægri stig).
  3. Fjølbroytni. Samstarv ímillum ross og rytta, eitt nú at seta rossi av stað við orku fyri síðani at taka tað róliga niður.
  4. Flow. Hetta er ein meting um útstráling, samstarv ímillum ross og rytta og heildin av programminum frá byrjan til enda.    
Bara ein frá hvørjum liði kann vera við í hvørjari grein.
Samlaður karakterur verður givin fyri hvørt liðið, og tað liðið, ið hevur hægst karakter, vinnur.
Vinningar verða givnir til liðini, sum verða nr. 1, 2 og 3.


 
Seinasta freist at melda til kappingina hjá Jacklin á tlf 226211 er hósdagin 28/3 kl 20.00 - minnist til, at liðið skal hava eitt navn.
Kostnaður er 300 kr fyri liðið, skal gjaldast, áðrenn farið verður á vøllin.



Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.