Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Tølt in Harmony - Kapping 30/4 kl 17.00 

4/20/2016

 
Kappast verður í Tølt in Harmony leygardarin 30/4 kl 17.00.

Seinasta freist at melda til kappingina er fríggjakvøldi hin. 22/4 kl 20.00, við at senda mail til sport@isross.com ella ringja 281706 (Óluva)  
Kostnaður er 100 kr - goldið verður á staðnum.


Kappingin verður riðin á hendan hátt:

Tú kemur inná á vinstru hond og ríður niðan til A, sum er mitt á ovaru stuttsíðu. Her byrjar tú programmi við einum nikkið. Riðið verður síðani eina hálva voltu ið leiðir inná X'i av átta-talinum og ríðir víðari gjøgnum X'i beint ígjøgnum høllina til voltuna hinumeðin. Sama gert tú frá tí síðuni og niðan á síðuna har tú kom frá. Tú ríðir eitt átta-tal.
Umgang tvey ríðir tú fyrst eina heila voltu, oman gjøgnum X'i og eina heila voltu hin meðin høllina og niðan aftur til A. Tá tú kemur niðan á A, tekur tú rossið niður í fet og ríðir sum í rundu eitt: hálva váltu, gjøgnum X'i, hálva voltu har og endar niðri á C, ið er niðara suttsíða. Tú endar programmi við at steðga rossinum og nikka.

Programmið kann ríðast í Tølti og Travi. 
Tú KANN brúka 1 minutt áðrenn tú byrjar programmið inni á vøllinum, men tað SKAL byrjast á A.

Kappingin er stuðla av Topreiter 

Tølt in Harmony heimasíðan finst her
Picture
Picture

Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.