Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Tilmelding til fjórðgongd (innandura) 13/3-2021 kl 19.00

3/8/2021

 
​Leygardagin 13.03.2021 kl. 19.00 verður fjórðgongd. Hetta er ein innandurakapping og kappast verður í V1 og V5.
V5 er ætlað teimum, ið ikki eru so roynd. V5 verður riðið eftir "speakers commando"; tølt, trav, fet og lop.


Í sambandi við at arbeitt verður við at skifta forrit frá Icetest til Sportfengur skulu tey, ið ætla sær at kappast, senda: navn, bústað, føðingardag, telefonnummar, feif-id-nummar og teldupostadressu til: klamint@ktm.fo. Hetta er krav fyri at kunna kappast!


Seinasta freist at melda seg til kappingina er hósdagin 11. mars 2021 kl. 13:00! Tað ber ikki til at melda seg til eftir hetta!

Kostnaður er 100 kr fyri hvørt parið + 50 kr fyri hvørt eyka ross, sum riðið verður á.

Møguleiki verður at keypa kaffi, te, øl v.m. og okkurt til matna.

Kappingin verður dømd eftir FIBO-reglugerðini. Vit heita á tykkum um at kanna eftir at útgerð tykkara og hógvalongdir eru í lagi!

Við rossakvøðu
Ítróttanevndin.

Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.