Nú jólini standa fyri durum, og vit eru um at byrja eitt nýtt ríðiár, hava vit í Ítróttarnevndini arbeitt við at gera eina spennandi skrá fyri árið 2017. Hendan skráin kemur út fyrst í nýggja árinum.
Vit kunnu tó siga nú, at fleiri møguleikar verða fyri okkum øll at menna okkum og okkara ríðing við ymiskari undirvísing.
Eftir nýggjár kemur Heri Dahl at undirvísa í Tølthøllini hvørt hóskvøld. Talan er um einaundirvísing, har riðið verður 30 min. hvørja ferð. Undirvísingin verður tillagað eftir tørvinum hjá hvørjum einstøkum rossi og reiðfólki. Áhugaði kunnu venda sær til Hera á facebook vanga hansara ella tel 281733.
Jóna Ólavsdóttir útbúgvin ríðilærari og rossavenjari bjóðar somuleiðis einaundirvísing, tillagaða tørvinum hjá hvørjum einstøkum rossi og reiðfólki. áhugaði venda sær til Jónu á facebook vanga hennara ella á tel. 263582.
Jóna hevur undirvíst í 5 vikur Yoga og Rìðing skeiðið. Hetta kemur, at halda á fram komandi ár, nærri kunning um hetta skeiðið kemur seinni.
Jóanis í Hoygarðinum kemur frá febr./mars at undirvísa einaundirvísing í Tølthøllini hvørt mikukvøld. Flest øll okkara kenna væl Jóanis og hansara drúgvu royndir við øllum, sum tengt er at rossum og rossahaldi. Jóanis kemur at skipa undirvísing sína eftir tørvinum hjá hvørjum einstøkum rossi/reiðfólki í felag við hvørt reiðfólkið sær. Áhugaði kunnu venda sær til ítróttarnevndina og frætta nærri.
Arbeitt verður harafturat við at fáa útlendskan venjara heim til okkara í februar. Meira verður at frætta um hetta og mangt annað fyrst í 2017.
Ítróttarnevndin vil síðani ynskja øllum okkara limum eini gleðilig jól og gott nýggjár við takk fyri skjótt farna og hendingaríka árið 2016.
Vit gleða okkum at hittast til nógvar góðar løtur í 2017.