Hóast hetta var hennara fyrsta altjóða kapping, kláraði Sólrun H. Poulsen seg avbera væl á IceHorseFestival í Herning.
Hon reið við hesti sínum Ljósálfi, ið heldur ikki hevur verið í tílíkum leikum fyrr. Í einum felti sum taldi fleiri sterk altjóða nøvn, eyðnaðist tað Sólruni H. Poulsen og Ljósálfi at gerast nummar 37 av 89 og endaði tey sostatt væl omanfyri miðjuna.
Sólrun H. Poulsen sigur at bæði hon og hesturin vóru sera spent at kappast frammanfyri so nógvum fólkum, men at tey bæði hava lært nógv av luttøkuni. Tað kann tó ikki sigast annað enn at hetta er eitt sera flott úrslit hjá teimum báðum, vónandi síggja vit tey skjótt aftur til altjóða kapping.