Stutt kunning um hvørjar avleiðingar støðan í ÍSF hevur fyri ríðiítróttina !
Fleiri hava kanska lagt til merkis at miðlar seinastu dagarnar hava viðgjørt nýkomnu støðuna í Ítróttarsambandinum/ÍSF
Viðurskiftir sum nú m.a. hava ført til at forsetin Petur Elias Petersen hevur lagt frá sær. Viðferðin sum nú fyrrverandi forsetin hevur fingið er lítið sømilig, men tað er so ein onnur og tianverri ikki tespilig søga. Eg má tó siga at eg skilji væl at Petur Elias Petersen sum hevur verið Ítróttarsambandinum ein góður forseti, ikki longur tímir at vera við til glantrileikin hjá nøkrum sersambondum.
At teir so aftaná stilla seg fram í tíðindasending at gráta krokkudillutár, ger bara støðuna næstan tragikomiska !
Fyri at gera eina langa søgu stutta, er tað helst lættast at siga at aftaná eina drúgva tilgongd, samtykti umboðstingið hjá ÍSF seinasta heyst nærum einmalt, at býti av pengunum sum koma m.a. frá Løgtinginum, skuldi býtast á ein meira rættvísan hátt enn áður gjørt. Hetta bleiv tó gjørt soleiðis tað var líka fyri øll, partvíst grundupphædd, partvíst eftir limatalið og partvíst eftir virksemið. Av tí at nýggjir pengar vóru komnir inn í skipana var tað so heppið at eingin misti pengar í mun til 2014.
Hetta vildi fyri okkum reiðfólk, sum í mun til summar aðrar ítróttargreinar ikki fáa ókeypis hallir og breytir, merkt ein vøkstur, ið vildi gjørt tað gjørligt at stuðla reiðfólkum til kappingar uttanlanda, og samtundis bøtt munandi um karmar til kappingar, skeið og umstøður annars herheima. - Hetta eru ábøtur sum eru alneyðugar um kappríðing og gongulagskappingar skula vera lív lagað,
Nú skuldi alt jú verið so gott, ein tilgongd har øll vinna skuldi verið funnin fressur.
Men so var tíanverri ikki. Trý stór sersambond, harav eitt atkvøddi fyri nýggja býtinum, vóru so ónøgd við býtið, at tey fóru oman í løgtingið og í fjølmiðlar at gera vrøvl. Orsøkin er helst at tey ikki halda seg hava fingið nokk. Rætt er at tey ikki hava fingið líka stóran vøkstur sum onnur, men tá hugsa verður um at nýggja skipanin er líka fyri øll, kemst hetta møguliga av, at tey øll árini frammanundan hava fingið óv nógv - og nú unna tey so ikki øðrum somu møguleikar, sum tey hava havt frammíhjá øll árini.
Næstan ironiskt at tey í miðlum siga seg missa pengar ið mun til hvat tey høvdu vænta sær..... Hvusu kann man missa nakað man ongantíð hevur havt ?
Sannleikin er kanska at hesi sersambond hava spent bogan óv nógv, og nú vilja tey at hini sambondini skula gjalda gildið fyri tey !
Vit meta tað vera sera illóyalt av sersambondum ikki at virða eina demokratiska avgerð og at fara uttanum ÍSF til politikarar, hetta er eisini við til at niðurbróta trúvirðið á stovnin. Minsta krav til fólk sum standa á odda fyri ítróttinum, er at tey sjálvi duga at vísa fair play - Lukkutíð tykist tað tó ikki sum um politikarir taka hesi fólk fyri fult, tað eru vit eisini onnur sum hava tað trupult við í løtuni.
Vegna Ríðisamband Føroya
Brandur í Dali, formaður
Viðhefta tíðindaskriv er frá 13 av 16 sersambondum í ÍSF