Leygarkvøldið 17. januar kl. 19:00 verður skipað fyri árliga Kall- og Kvennatøltinum hjá FÌR. Eins og í fjør verður kappingin hildin í høllini hjá Føroya Ríðingarfelag.
Sum nakað nýtt verður hesaferð eisini skipað fyri Polla tølti. Kappingin, sum er ætla børnum, byrjar kl.18:00 í høllini hjá Føroya Ríðingarfelag.
Í Polla tøltinum luttaka børn upp til 9 ár. Børnini kunnu luttaka saman við einum vaksnum, har tann vaksni rennur við og kann halda í rossinum.
Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 16. Januar kl. 19:00

Tilmelding fer fram á Facebook hjá: Óluvu á Lofti ella Helenu Simonsen
Luttakaragjald kr. 50,00, skal gjaldast kontant áðrenn riðið verður.
Skráin og tað praktiska fyri kvøldið:
Byrja verður við Polla tøltinum kl. 18:00. Eftir Polla tøltið, væntandi uml. kl.19.00, byrjar Kalla- og Kvennatøltið. Tað verða dámurnar sum leggja út. Eftir finaluna í Kvennatøltinum verður ein steðgur á 30 min. Í steðginum fer okkara kæri Jens Marni Hansen at spæla nøkur góð løg. Eftir steðgin fara harraranir í sving og teir ríða til ein vinnari er funnin.
Reglur fyri kappingina
Kappingarnar verða dømdar eftir Cup skipanini. Tvey ríða ísenn og vinnarin fer víðari til næstu rundu. Riðið verið til trý eru eftir og tey kappast so í finaluni.
Tríggir dómarar døma kappingarnar.
Reglugerðing fyri útgerð til kappingina eru eins og til vanligu Sport kappingarnar.
Luttakandi equipagurnar mugu ikki hava verið við í V1, T1 og T2 finalum.