Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Seinasta Topp Ross-innandurakappingin verður 29/4 kl 11.00

4/19/2017

 

Topp Ross-innandurakappingin verður ein fjórgongu-kapping, ein V.1 (vanlig fjórgonga) og ein V.5 (opin flokkur).
V.1 verður riðið soleiðis:
Innleiðandi ryttin ríðir einsamallur og kann velja at ríða høgra- ella vinstri um. Ryttin hevur fýra og eina hálva rundu at ríða í og kann vísa fylgjandi gonguløg, í tí raðfylgju hann ynskir:
  1. spakuligt tölt
  2. spakuligt til miðal tráv 
  3. miðal fet
  4. spakuligt til medium lop
  5. skjótt tölt (miðal + av tí at høllini setur sína avmarking til ferina)
Hvørt gongulag skal vísast einans eina fer, fet eina hálva rundu, hini eina heila rundu. 
Programmið startar mitt á einari av styttri hálvsíðinum, ryttin skal altíða velja stytstu leiðina og starta við, at heilsa dómaranum við einum tíðiligum nikki. Tá programmið er liðugt riðið, skal rossið verða komið niður í fet, áðrenn miðuna av langsíðuni. Um hetta ikki verður fylgt, verður ryttin diskvalifiseraður!
Dømt verður eftur FEIF Sport Rules and Regulations leinkjan finst her
Finalan:
Finalu ryttanir ríða instrueraðir av speakearanum. Raðfylgjan er soleiðis: 
  1. spakuligt tölt
  2. spakuligt til miðal tráv
  3. miðal fet
  4. spakuligt til miðal lop
  5. skjótt tölt (miðal + av tí at høllini setur sína avmarking til ferina)
V.5 verður riðið soleiðis:
Innleiðandi
Tveir ella trýggir ryttar starta samstundis, teir starta og ríða eftur boðum frá speakaranum. Tey velja høgra- ella vinstru um tá melda verðr til kappingina. Programmið verður riðið soleiðis:
  1. valfrítt tempo tölt
  2. spakuligt til miðal trav 
  3. miðal fet
  4. ​spakuligt til miðal lop
Finalan verður riðin eftir boðum frá speakara
A- og B-finala verður í báðum kappingum, um fleiri enn 12 luttakarar ríða innleiðandi, um minni enn 12 luttakarar eru verður einans A-finala!
Kostnaður er 100 kr pr equipage + 50 kr eyka ross, gjaldast skal í kaffistovuni aðrenn fari verður inná banan!

Seinasta freist at meklda til kappingina er hósdagin 27/4 kl 20.00.
Tilmeldingin fer fram við at senda mail til sport@isross.com ella við at ringja til Jacklin á tlf 226211.




Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.