Góðu limir,
So er enn eitt gott og virkið ríðiár av og eitt nýtt stendur fyri durum. Eins gott og tað var, at fáa rossini út á summarbit, eins gott verður at fáa tey inn aftur í fjálgu rossahúsini, nú veturin nærkast.
Um tikið verður saman um ríðiárið, er framúr gleðiligt, at kunna líta aftur á enn eitt sera virkið og hendingaríkt ár, har vit bæði hava ment okkum sum reiðfólk eins og vit hava gjørt umstøðurnar á øki felagsins enn betri. Tí er tað við størstu gleði, at vit niðanfyri kunna vísa á ein samandrátt av tí nógva, sum er farið fram hetta árið.
Toppross aftur høvuðsstuðul í 2017
Aftur í ár hevur Toppross valt at vera høvuðsstuðul okkara í felagnum. Avtalan merkir, at Toppross hevur serligan møguleika at vera sjónlig til kappingar felagsins eins og kappingarnar vórðu navngivnar av Toppross. Stuðulsavtalan hevur verið sera góð fyri felagið og hava partarnir í felag skipað fyri fleiri sera væleydnaðum kappingum og tiltøkum.
Aðrir stuðlar hjá felagnum
Í vár varð skipað fyri einum degi fyri stuðlum okkara, har teir fingu møguleika at bjóða nøkrum av starvsfólkum sínum við makum og børnum til eina hugnaliga løtu í Tølthøllini. Vit bjóðaðu alskyns mat og drekka ókeypis, og kundi børnini hugna sær við hoppiborgum og ponyríðing, meðan foreldrini kundu fáa eitt hugnaligt prát og netverka. Hetta tiltakið var sera væleydnað og verður gjørt aftur næsta ár.
Ítróttur
Okkara virkisfúsa ítróttarnevnd hevur fingið nógv av skafti, bæði tá tað kemur til kappingar og menning av reiðfólkum. Av skeiðum við útlenskum venjarum, sum hava verið her heima og undirvíst, kunnu nevnast Gustaf Ásgeir Hínriksson og Súsanna Sand Ólafsdóttir. Hesi skeið vóru sera væl umtókt, og lótu skeiðsluttakararnir væl at. Av okkara heimligu venjarum, hava Jóna A. Ólavsdóttir og Heri Dahl havt regluliga undirvísing í Tølthøllini í vetrarhálvuni. Hesar undirvísingar hava eisini verið vælumtóktar.
Innandura kappingarnar vóru heilar 6 í tali í vetur/vár, og hugaligt var at síggja, hvussu væl fólk tóku undir víð kappingunum. Tvær barna- og ungdómskappingar vóru, og fyri tey ungu og vaksnu varð harafturat

skipað fyri Kalla/Kvennatøltkapping, Kvøldartøltkapping, Liðkapping og vanligari 4 gongskapping. Nógv nýggj andlit hava verið at sæð til allar kappingarnar, so tað er hugaligt, at nýggj fólk leggjast afturat stuttligu ítrótti okkara.
Skipað varð fyri fýra uttandura kappingum í ár, har tann fjórða var sjálv FM kappingin. Fyri at sleppa við í torføru flokkarnir til FM í ár, skuldi ross og reiðfólk kvalifisera seg. Hesin nýggi leisturin riggaði væl. Tann eina uttandura kappingin varð hildin vesturi í Vágum hjá Vága Ríðingarfelag. Hóast keðiligt veður, var hetta sera hugnaligt tiltak, sum tey ungu fingu ókeypis flutning til. Sera gott.
FM vinnarar í 2017 vóru hesi:
Ólavsøkutiltak
Aftur í ár fingu vit tillutað bás frá Tórshavnar Ítróttarráð á Ólavsøku. Hetta tiltakið er sera gott fíggjarligt ískoyti hjá felagnum. Aftur her vóru limir óførir at taka tøk.
Kynbótasýning ftur á skrá
Í juli mánað varð skipað fyri sýning av alirossum. Alinevnd okkara samskipaði hetta. Hóast luttøkan kanska ikki var so stór, gekk alt væl, og vónandi verður hetta fastur táttur framyvir.
FEIF HM í Hollandi 2017
Í ár vóru hollendingar vertir fyri Heimsmeistarakapping fyri íslandsross. Stóra kappingin varð hildin í býnum Oirschot, skamt frá stórbýnum Eindhoven. Felagið varð umboðað av Elini Tindskarð við hestinum Hølkvir frá Ytra Dalsgerði. Sum vanligt, so var Elin sera væl ríðandi, og fekk sítt besta úrslit nakrantíð. Hon endaði á einum flottum 7. plássi. Eitt heilt fantastiskt úrslit, sum vit eru sera sera errin av.
Okkara luttøka í altjóða døming
Vit hava eisini verið umboðaði uttanlanda í ár við døming. Heri D. Dahl, altjóða dómari, dømdi Ístølt í Frederikshavn, Reykjavíkarmeistaramótið í Íslandi, Midtnorsk Mesterskap í Tresfjord í Noregi og so dømdi hann eisini Íslandsmótið á Hellu í Íslandi. Hetta eru alt stórar kappingar við reiðfólkum/rossum á sera høgum stigi. At hava okkara egna dómaraumboð til slíkar kappingar gevur okkum her heima vitan og royndir, sum eisini eru góðar til okkara egnu kappingar og menning av okkara egnu dómarum.
Stór tøk tikin við Kráarheyg
Eftir ynskjum frá fleiri limum vóru nýggj spegl sett upp í Tølthøllini í vár. Við góðari hjálp frá limum og lagaligum treytum frá Aluplast, kundi hetta gerast, og eiga tit limirnir stóra tøkk uppiborna fyri stóra arbeiðið.
Í juli/august varð Tølthøllin málað. Aftur her vóru nakrar eldsálir, sum átóku sær hetta, og eiga hesi eina hjartans tøkk fyri hetta stóra takið.
Nýggj rossahús við Kráarheyg
Starvsnevndin hevur miðvíst arbeitt við ætlan um at byggja tvær lonir afturat verandi lonum á øki okkara við Kráarheyg. Hetta arbeiði er komið væl áleiðis, og hava nógv fólk skrivað seg upp til grundstykki at byggja rossahús á. Arbeitt verður áfram av øllum alvi at fáa hetta framt í verki.
Felagsveitsla fyri ríðufeløgunum
Punktum varð sett fyri hesum ríðiárinum við felagsveitsluni fyri ríðifeløgunum. Á hesum sinni var tað Føroyskt Íslandsrossafelag, sum skipaði fyri. Veitslan eydnaðist væl og hetta kvøldið var Tølthøllini múgvandi full av lívligum fólki, sum hugnaðu sær óført.
Ársaðalfundur
Komandi ársaðalfundurin fevnir um ríðiárið 2016/2017, ið gongur frá 1. oktobur 2016 fram til 30. septembur 2017.
Uppskot til samtyktar og lógarbroytan, skulu vera nevndini í hendi seinast 8 dagar áðrenn ársaðalfundin. Uppskot skulu sendast skal til [email protected].
Ársaðalfundurin verður 1. novembur kl. 19:00 í Tølthøllini.
Limagjald fyri 2016/2017Freistin at rinda rættstundis er 30.09.2017 á kontonr: 6460–158.982.4 hjá FÌR.
Limir, ið standa í eftirstøðu frá undanfarnum árum, verða bidnir um at rinda eftirstøðuna.
Hava tit viðmerkingar til limaskap ella limagjaldið, so eru tit vælkomin at skriva til [email protected] ella ringja til ein í nevndini.

- Tølt við sløkum teymi T2: Bryndis Maria Joensen á Hrafn
- Tølt T1 : Heri D. Dahl á Vorboða
- Fjórgongd V1 : Heri D. Dahl á Vorboða
- Fimmgongd F1 : Kristifríð D. Jacobsen á Ísar
- Skeið 100m : Jóna A. Ólavsdóttir á Sokki
- Samreið fyri árið: Heri D. Dahl á Vorboða
- Ársins reiðfólk : Jóna A. Ólavsdóttir
Ólavsøkutiltak
Aftur í ár fingu vit tillutað bás frá Tórshavnar Ítróttarráð á Ólavsøku. Hetta tiltakið er sera gott fíggjarligt ískoyti hjá felagnum. Aftur her vóru limir óførir at taka tøk.
Kynbótasýning ftur á skrá
Í juli mánað varð skipað fyri sýning av alirossum. Alinevnd okkara samskipaði hetta. Hóast luttøkan kanska ikki var so stór, gekk alt væl, og vónandi verður hetta fastur táttur framyvir.
FEIF HM í Hollandi 2017
Í ár vóru hollendingar vertir fyri Heimsmeistarakapping fyri íslandsross. Stóra kappingin varð hildin í býnum Oirschot, skamt frá stórbýnum Eindhoven. Felagið varð umboðað av Elini Tindskarð við hestinum Hølkvir frá Ytra Dalsgerði. Sum vanligt, so var Elin sera væl ríðandi, og fekk sítt besta úrslit nakrantíð. Hon endaði á einum flottum 7. plássi. Eitt heilt fantastiskt úrslit, sum vit eru sera sera errin av.
Okkara luttøka í altjóða døming
Vit hava eisini verið umboðaði uttanlanda í ár við døming. Heri D. Dahl, altjóða dómari, dømdi Ístølt í Frederikshavn, Reykjavíkarmeistaramótið í Íslandi, Midtnorsk Mesterskap í Tresfjord í Noregi og so dømdi hann eisini Íslandsmótið á Hellu í Íslandi. Hetta eru alt stórar kappingar við reiðfólkum/rossum á sera høgum stigi. At hava okkara egna dómaraumboð til slíkar kappingar gevur okkum her heima vitan og royndir, sum eisini eru góðar til okkara egnu kappingar og menning av okkara egnu dómarum.
Stór tøk tikin við Kráarheyg
Eftir ynskjum frá fleiri limum vóru nýggj spegl sett upp í Tølthøllini í vár. Við góðari hjálp frá limum og lagaligum treytum frá Aluplast, kundi hetta gerast, og eiga tit limirnir stóra tøkk uppiborna fyri stóra arbeiðið.
Í juli/august varð Tølthøllin málað. Aftur her vóru nakrar eldsálir, sum átóku sær hetta, og eiga hesi eina hjartans tøkk fyri hetta stóra takið.
Nýggj rossahús við Kráarheyg
Starvsnevndin hevur miðvíst arbeitt við ætlan um at byggja tvær lonir afturat verandi lonum á øki okkara við Kráarheyg. Hetta arbeiði er komið væl áleiðis, og hava nógv fólk skrivað seg upp til grundstykki at byggja rossahús á. Arbeitt verður áfram av øllum alvi at fáa hetta framt í verki.
Felagsveitsla fyri ríðufeløgunum
Punktum varð sett fyri hesum ríðiárinum við felagsveitsluni fyri ríðifeløgunum. Á hesum sinni var tað Føroyskt Íslandsrossafelag, sum skipaði fyri. Veitslan eydnaðist væl og hetta kvøldið var Tølthøllini múgvandi full av lívligum fólki, sum hugnaðu sær óført.
Ársaðalfundur
Komandi ársaðalfundurin fevnir um ríðiárið 2016/2017, ið gongur frá 1. oktobur 2016 fram til 30. septembur 2017.
Uppskot til samtyktar og lógarbroytan, skulu vera nevndini í hendi seinast 8 dagar áðrenn ársaðalfundin. Uppskot skulu sendast skal til [email protected].
Ársaðalfundurin verður 1. novembur kl. 19:00 í Tølthøllini.
Limagjald fyri 2016/2017Freistin at rinda rættstundis er 30.09.2017 á kontonr: 6460–158.982.4 hjá FÌR.
- Vaksin, 18 ár og eldri rinda kr. 500
- Maki, 18 ár og eldri rindar kr. 200
- Ung undir 18 ár rinda kr. 200
- Hvílandi limir rinda kr. 200