Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Ólavsøkutiltakið á Skálatrø

7/7/2014

 
Hey tit øll,
Í ár verður Føroyskt Íslandsrossafelag aftur partur av Ólavsøkutiltakinum á Skálatrøð, sum Tórshavnar Ítróttarráð (TÌR) skipar fyri. 

Fyri felagið hevur limaskapurin í TÌR og luttøkan á Ólavsøku sera nógv at týða. Fíggjarliga hevur 
Ólavsøkutiltakið givið eitt gott avkast til luttakandi feløgini síðstu árini. Harumframt er TÌR við til, at varpa ljós á íslandsrossaríðing sum ein partur av fjølbroytta ítróttarlívinum í Tórshavn.

Okkara uppgáva
Á Ólavsøku skulu vit taka okkum av básinum við Pílakasti. Vit skulu manna básin við trimum fólkum, býtt á 3 tímars vaktir, dagarnar 27.- 29. juli. 

Upplatingartíðir á Skálatrø:
27. juli frá 15.30-00.00
28. og 29. Juli frá 14.00 – 02.00

Um vit øll hjálpast at, og taka eina vakt hvør, so krevur hetta lítið av okkum, men gerst eitt stórt fíggjarligt íkast til Ítróttarnevndina. 

Eg vóni, at tit øll vilja hjálpa. Tit kunnu skriva tykkum upp til vaktir við at nýta leinkjuna niðanfyri:

https://docs.google.com/spreadsheets/d/1VTSB2aypDlZznjG_s0eMGrvp6u2RmQPhCEFMzLTbUIw/edit?usp=sharing

Eisini kunnu tit senda mær eini boð á simunp@gmail.com ella á Facebook

Vinarliga heilsan
Símun Skaalum Petersen
Vegna nevndin & ítróttarnevndin hjá FÌR

Tel. 243104

Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.