
So er tað í morgin 14 juli, at DM í Sport og Gæðingakeppni 2022 byrjar.
At kappast fyri Føroyar, eru frá Føroyskt Íslandsrossafelag farnar, Ragnheiður D. Ólafsdóttir í T1 ung og V1 ung, Ester D. á Heygnum í T2 ung og V1 ung og Beinta P. Debes PP1 og P2.
Eisini luttaka tær báða Elin V. Tindskard og Rakel Tindskard, ið so ofta áður hava umboða okkum til bæði til WC og NM, Elin ríður T2 og V1 og Rakel T1 ung og V1 ung.
Tey, ið eru áhugaði í at síggja tær kappast í DM 2022, kunna keypa sær atgongd á https://zibrasportequest.com/da/live/
Eisini ber til at síggja startlistar og úrslit á appini ”IceTest NG”
Vit ynskja teimum allar bestu eydnu