Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Nú bragdaði og skjótt stendur Tølthøllina aftur stolt

2/19/2015

 
Picture
Fyrradagin var ástaðarfundir í Tølthøllini, og partarnir vóru samdir um, at Tølthøllin stendur liðug hálvan mars. 

Tað var í desembur 2013, at ein ódn sorlaði Tølhøllina sundur. Hendan tíðin hevur sanniliga víst okkum, hvussu stóran týdning Tølthøllin hevur fyri ríðingina og virksemið í felagnum. Tað hevur verið eitt tógvið stríð at fáa reist høllina aftur, men nú sæst endiliga ein endi á stríðnum. 

Arbeiði uppá høllina er komið so langt, at elektrikararnir er farnir í holt við at leggja el, og samstundis verða síðstu fyrireikingarnar gjørdar í høllini, soleiðis at nýggja undirlagið kann leggjast á.

Hálvan mars verður Tølthøllin so aftur tøk hjá limunum at brúka. Fyrsta kappingin í høllini verður hildin 21. mars. Kappingin verður somuleiðis ein fagnaður fyri endurreistu Tølthøllini.


Felagsmorgunmatur verður aftur sunnumorgunin 1. mars, og tá verður helst eisini høvið at fáa meira at vita um arbeiðið uppá høllina.

Vinarliga heilsan,
Nevndin



Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.