Nú nýtt ríðiár er byrja eru vit í alinevndini sera spent uppá komandi árið, ið hevur nógv spennandi at bjóða uppá.
Nýggja Alinevndin hevur arbeitt við ymiskum, m.a at fáa eina Kynbótasýning upp at standa og eftir ætlan verður hon 20 og 21 maj 2017.
Hettar er eitt stórt tiltak fyri felagið og vóna vit í alinevndini at undirtøkan verður so stór sum gjørligt. Nærri kunning um sýningina verður í nýggja árinum.
Ein fyrilestur verður í hesum samanhangi soleiðis at ríðarar og áhugaði kunnu fáa eina greiða frágreiðing um, hvat er týdningarmikið í venjingini fram ímóti einari kynbótasýning, og hvussu uppstillar man ross til slíka sýning. Nærri kunning um fyrilesturin verður fyrst í 2017.
Alinevndin ferð harumframt eisini at halda eina ungrossa sýning tá verður møguligt at sýna ungross og fyl.
Henda ungrossa sýning verður í steðginum til Kvøldartølt kappingina, ið Ítróttarnevndin skipar fyri, í døgunum 17 og 18 feb. 2017.
Eitt, ið alinevndin serstakliga vil leggja dent á er, at fáa so nógv og helst øll íslensk ross í Føroyum rætt skrásett. Tað er soleiðis í dag, at tað eru gjørdar serligar skerpingar hesum viðvíkjandi. Um ein keypur sær ross, er neyðugt at hava eitt undirskriva eigarskjal, til tess at skjalprógva rætta eigaran .
Vit hava eitt leinki til hettar skjal á heimasíðuni hjá FÌR www.isross.com. Til at seta seg í samband við Regin Johannesen á tlf. 231501, um ein ynskir at vita meiri.
Okkara tiltøk eru at síggja í felagskalendaranum hjá ríðifeløgunum.
Vit í alinevndini ynskja øllum eitt gott ríðiár og gleða okkum til at síggja tykkum í hesum sambandi.