Í morgun týsdagin 9. august verður Norðurlanda meistaraskapið skotið í gongd á stóra travbananum í Biri í Norra, og okkara fólki eru í gongd við síðstu fyrireikingarnar innan tey skulu í eldin.
Úr Biri frættist, at ross og reiðfólk eru komin fram í øllum góðum, og síðstu fyrireikingarnar ganga væl. Umstøðurnar á Biri travbananum eru á heilt góðari leið, men eins og her heima, hevur regnað av grimd síðstu dagarnar. Tað sær tó út til, at veðrið og ríðiumstøðurnar batna seinni í vikuni, tá ið okkara fólk skulu á vøllin.
Í mun til undanfarnu NM, Føroyar hevur luttikið í, er hetta eitt sindur sermerkt. Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroysktføtt íslandsross umboðar Føroyar uttanlands. Eisini er hetta fyrstu ferð, at vit kunnu senda ein føroyskan altjóða dómara at døma NM vegna Føroyar.
Tey, sum skulu umboða Føroyar eru Elin V. Tindskarð, sum luttekur á hesti sínum Hølkvir frá Ytra-Dalsgerði. Elin luttekur í greinini T2 tølti, har innleiðandi kappingin verður riðin fríggjadagin.
Ragnheiður D. Ólafsdóttir luttekur á hestinum Háreka frá Marknagili. Hon skal kappast í greinunum Fjórgongd og Tølti fyri ung. Mikudagin kappast hon í Fjórgongd og fríggjadagin í Tølti.
Heri D. Dahl, altjóða dómari, verður partur at dómaratoyminum, sum skal døma NM. Júst hvørjar greinar Heri skal døma, verður kunngjørt stutt innan kappingarnar byrja.
Tað eru enn nakrir dagar til Landsliðið skal á vøllin, og hesir dagarnir verða nýttir til at fínpussa formin á rossunum, og annars at hyggja eftir nógvu flottu rossunum, sum luttaka fyri hini norðanlondini.
Vit fara leypandi at kunna frá landsliðnum á Facebook síðuni hjá Føroyskt Íslandsrossafelag. Meira kunning um NM er at finna á nordisk2016.no.