| Tak for denne gang Herning, og vi ses til VM2015! Sunnudagin var so síðsti dagur á NM 2014. Sum altíð hevur tað verið stuttligt at sæð nógvar góðar hestar og góð reiðfólk, sum hava víst sínar snildir og hegni. Serliga áhugavert hevur tað tó verið hesaferð, tá ið Føroyar hava verið so væl umboðarar. Stuttligt var eisini at síggja at fitt av føroyskum áskoðarum høvdu lagt leiðina framvið í Herning fyri at heppa á landsliðið. |
Føroyska landsliðið fór avstað við høgum vónum - summar blivu náddar, aðrar ikki heilt. Vit, sum standa rundanum landsliðið, kunnu tó øll av sonnum siga, at landsliðið stóð seg væl.
Samanlagt sá úrslitið hjá landsliðinum soleiðis út:
T2 – Elin Tindskarð á Hølkvir
- Samanlagt endaði Elin og Hølkvir á einum flottum 6. plássi
- Elin og Hølkvir riðu seg inn í finaluna við úrslitinum 7,80
Gæðingakeppni B-flokk – Jóanis á Marel og Heri á Hørði luttóku
- Heri og Hørður riðu seg í 8,31, sum rak til eitt 11. pláss
- Jóanis og Marel komu í finaluna við 8,34
- Samanlagt endaði Jóanis og Marel á einum flottum 6. plássi
T1/Tølt – Heri á Vorboða og Óluva á Huginn luttóku
- Óluva og Huginn riðu seg í 6,27
- Heri og Vorboði riðu seg í 6,18
V1/Fjórgongd - Heri á Vorboða og Óluva á Huginn luttóku
- Heri og Vorboði riðu seg í 6,27
- Óluva og Huginn riðu seg í 6,63
Fyri landsliðið hevur síðsta árið mest sum verið ein long fyrireiking fram ímóti NM. Dagarnir á NM hava verið góðir hjá landsliðinum, men sanniliga eisini strævnir. Vónandi fær landsliðið, og rossini nú nakrar væl uppibornar frídagar.
Sum limur í FÌR vil eg takka landsliðinum fyri teirra innsats og ágrýtni. At vit hava fólk, sum luttaka á slíkum altjóða mótum og stremba eftir toppinum, er við til at lyfta støði á ríðingini her heima. Eisini hevur luttøkan sera stóran týdning fyri okkara limaskap í FEIF.
Næsta ár verður so VM í Herning, og vónandi kunna vit eisini tá møta upp við einum eins góðum liði og hesaferð.
Takk fyri hesaferð,
Símun
Liðleiðari NM 2014