30. juli til 4. august veður Norðurlandameistaraskap hildið í Herning í Danmark. Síðstu ferð altjóða meistaraskap var í Herning var í 2003, tá heimsmeistaraskapið var hildið har. Øll ið tá vitjaði Herning kunnu helst verasamd um, at umstøðurnar, fyri bæði ríðarar og áskoðarar, vóru serstakliga góðar har. Tað er at frøðast yvir, at vit aftur í ár hava manna eitt sterkt landslið, sum nú ger seg klárt at fara til Herning at kappast fyri Føroyar.
Landsliðið
Føroyski hópurin sum fer til Herning at kappast telur fýra fólk og fimm ross. Tey ið manna landsliðið hesaferð eru:
-Heri D. Dahl á Vorboða frá Akurgerði - luttaka í T2 tølti og Fjórg.
-Heri D. Dahl á Hørði frá Hnausum - luttaka í Gæðingakeppni B flokki
-Óluva Á Lofti á Huginn frá Útnyrðingsst.- luttaka í T2 tølti og Fjórðg.
-Elin V. Tindskarð á Hølkvir frá Ytra-Dalsgerði – luttaka í T2 tølti
-Jóanis í Hoygarðinum á Marel frá Feti, luttaka í Gæðingakeppni B flokki
Sum nakað heilt nýtt verður eisini kappast í Gæðingakeppni, og longu nú kunnu stilla upp við tveimum rossum í hesi nýggju greinini.
Status
Nú tá umleið tríggjar vikur eru til NM byrjar eru allar fyrireikingarnar komnar væl á veg. Rossini hjá Óluvu og Hera fóru til Danmarkar við Norrøni sunnudagin 29. Juni. Jóanis og Elin tóku í móti rossunum í Hirtshals og fram til kappingina taka tey bæði sær av rossunum. Øll rossini, sum verða við til NM, er nú samlaði í Hirtshals hjá Jóanis og Elin.
Um eina góða viku samlast landsliðshópurin so í Hirtshals, har tey hava nakrar dagar at venja saman áðrenn leiðin gongur á stevnustaðið.
Vit fara leypandi at kunna um gongdina hjá landsliðinum.
Heilsan,
Símun Skaalum Petersen
Liðleiðari