Sunnumorgunin 7. juni verður aftur skipað fyri morgunmati í Tølthøllini, og tit eru øll hjartaliga vælkomin – børn sum vaksin. Nú sjálv høllin aftur kann nýtast er upplagt at taka børn, ommu- og abbabørn við. Eftir morgunmat kunnu tey fara út í høllina at spæla bólt, renna ella gera tað teimum lystur.
Morgunmaturin verður frá kl. 9:30 til 11:30 og viðrar, so verður farið ein góðan ríðitúr aftaná.
Hetta verður somuleiðis síðsti morgunmaturin á hesum sinni. Vónandi verður byrja aftur, tá rossini koma innaftur.
Vit gleða okkum at síggja tykkum sunnumorgunin.
Vinarliga,
Fyriskipararnir