Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Landsliðið hevur víst tenn

8/15/2016

 
So hevur føroyska landsliðið í ríðing verið í eldinum. Tær umboðandi Elin Tindskarð á Hølkvir kappaðist í T2 og Ragnheiður Dam á Háreka kappaðist í 4.1 og T.1 fyri ung. Talan hevur verið um eina sera spennandi kapping, har tær báðar hava kappast í móti bestu reiðfólkunum úr øllum norðanlondum og kappingin varð hørð. Ragnheiður hevði sínar avbjóðingar við, at Háreki skuldi tillaga seg longu ferðina og sást hetta eitt nú til djóralæknakanningina, ið øll kappingarrossini skulu til. Hann hevði eitt sindur av óljóði á lungunum og skuldi tískil út at røra seg fyri at fáa loyst hetta upp. Hetta er púra vanligt fyri ross, ið ferðast so langt. Háreki hevði tað fínt, tá ið kappingardagurin kom. Ragnheiður megnaði eitt flott  10 pláss í 4.1 og eitt 9 pláss í T.1. Hóast ein ikki skal skylda uppá veður og vind, so hevur tað hóast alt ávirkan, tá ið glopraregnið herjar.

Elin reið seg í eina flotta A-finalu við Hølkvir fríggjadagin. Hendan finalan varð avgreidd sunnudagin og varð endaliga úrslitið, at Elin endaði á einum flottum 4 plássi bert 0,05 stig frá einari bronsumedalju. Sum hon sjálv segði: ” Eg eri sera vælnøgd við Hølkvir í dag, hóast vit vóru so nær. Vit koma sterkt aftur!"
 
Heri Dahl hevur dømt sítt fyrsta NM og hevur hetta gingið júst eftir bókini. Heri sigur at tað er stuttligt at døma á altjóða støðið saman við øðrum dugnaligum dómarum. 

Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.