Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Kunning um innandura FM-kapping!

2/13/2019

 
Sum nakað nýtt fer ítróttarnevndin at skipa fyri einari innandura FM-kapping í fjórgongu og tølti. Henda kapping verður til seinastu innandurakappingina í ár.
Vit skula gera vart við, at kvøldartølt og innandura-fjórgongan verða undankappingar til FM – innandurakappingina og geva atgongd til at vera viðí tølti og fjórgongu, sum verða flokkarnir í innandurakappingini FM.
Einki karaktermark og einki aldursmark er sett, av tí at hetta er ein roynd, og endamálið er at geva ryttum fleiri møguleikar at kappast.
Bæði í kvøldartølti og innandura-fjórgonguni verða tó teir lættari flokkarnir T7 og V5 opnir at kappast í, men ikki í innandura-FM, tí har er endamálið at finna bestu innandurapørini í T1 og V1!
Um tit hava spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við ítróttarnevndina. Vónandi taka tit væl ímóti hesi roynd, ið hevur til endamáls at geva okkum øllum fyriskiparum, dómarum og ryttum fleiri møguleikar at venja førleikar 😊
​
Við rossakvøðu

Ítróttarrnevndin

Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.