Leygarkvøldið 29 januar kl 19.00 verður árliga stuttleika kappingin Kalla- og Kvennatølt. Kappingin verður eins og undanfarnu ár hildin innandura í Tølthøllini.
Kostnaður er 100 kr pr. ross – gjaldast skal í ”kaffisøluni” innan fari verður á vøllin!
Kappast verður í valfrítt tempo tølt og ”cup system” verður nýtt til at døma útrá, 2 arar fáa ein eyka møguleika fyrsta umfar og vinnarin kappast víðari.
Hetta er ein stuttleika kapping til tey vaksnu, tí hava hesi A-finalu pør ikki loyv at luttaka:
Pør í T1 og V1 ikki loyvd.
Pør, ið hava fingið dómaratøl yvir 5,5 í F1 og T2 eru ikki loyvd.
Hetta er einans galdandi fyri pør, ið hava luttikið í uttandura kappingum 2021!
Aldursmark 18 ár!
Møguleiki verður at keypa suppu v/fluté, kaffi, te og okkurt leskiligt
Tilmelding fer fram við senda boð á FB ella ringja til Jacklin á tlf. 226211 innan hósdagin 27 januar kl 23.00.
Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld saman við tykkum 😊
Vinaliga Ítróttarnevndin.