Sunnudagin 7. Desembur kl. 15 verður skipað fyri jólahaldi fyri børnunum í Tølthøllini.
Vit hava frætt frá jólamonnunum, at teir ætla koma fram við á rossabaki uml. kl. 15:30, og teir hava lovað at tikið pakka við til børnini. Meðan vit bíða eftir jólamonnunum, fara vit at dansa um jólatræið og syngja nakrar jólasangir.
Til børnini verður okkurt leskiligt at fáa, og til tykkum vaksnu verður kaffi og rís a la mande.
Vit vóna, at foreldur, ommur og abbar koma við børnunum til eina hugnaliga løtu saman við okkum í Tølthøllini.
Tað hevði verið ein stór hjálp, um tit kundu hjálp okkum við at fingið boðskapin út, so at vit tryggja, at øll verða kunnað um tiltakið.
Vinarliga heilsan,
Nevndin og fyriskipararnir