Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Intro-dagur fyri nýggjar dómarar

4/11/2016

 
Picture
Kundi tú hugsa tær at veri ein av okkara nýggju ítróttardómarum hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi?

So er høvið her. Vit hava tørv at útbúgva fleiri ítróttardómarar  í Føroyskum Íslandsrossafelagi. Tí hevur tú nú møguleika at luttaka í nøkrum skeiðum okkara yvir eina tíð, og fara upp til roynd í summar, og tá royna at fáa dómararættindir sum lokaldómari ella nationaldómari. OG, tað besta av øllum er, at alt hetta verður ókeypis.
Skeiðini eru ætlaðu øllum, sum hava áhuga í íslendskum rossum. Øll eru vælkomin, tó er tað fyrimunur, um tú hevur skil fyri rossum.  Hetta er eisini gyltur møguleiki hjá reiðfólki til betur at skilja, hvat dómararnir hyggja eftir til gongulagskappingar. Fólk, sum áður hava verið á dómaraskeiðum, eru eisini vælkomin, tí sum kunnugt, so eru dómsreglurnar nógv broyttar síðstu árini.
Vit vóna at nógv tykkara hava áhuga í at luttaka til nevndu skeið, tí uttan dómarar ber ikki til at hava kappingarnar, sum vit øll jú dáma sera væl. :)

Introdagurin verður í Tølthøllini 19 apríl kl 18.30

Við íslandsrossakvøgu
Ítróttarnevndin


Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.