Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Heri millum dómararnar á Reykjavíkarmótinum

5/18/2016

 
Síðsta vikuskifti hildu vit fyrstu FM kappingina í ár, ein væleydnað kapping. Meðan vit høvdu fingið íslendsku stelpurnar Svanhild Hall og Súsonnu Ólafsdóttir heim her at døma, varð okkara altjóða sportdómari, Heri D. Dahl boðin til Reykjavíkar at døma Reykjavíkarmeisótið.
​
Reykjavíkarmeisótið er ein tann allarstørsta kappingin í Íslandi. Talan er veruliga um eina stóra og týðandi kapping. Startlistin taldi eini 500 - 600 ross og millum teirra øll tey allarbestu rossini,
íslendingar eiga.

​Fyri at slíkar kappingar skulu telja við í altjóða WorldRanking stigakappingini, skal ein útlendsku dómar vera millum dómararnar. Til hesa uppgávuna valdu íslendingar Hera, ið hevur prógv sum altjóða sportdómari.  

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Heri hevur verið uttanlands og dømt. Fyrr í ár var Heri í Danmark og dømdi Istølt Fredrikshavn. Undan tí var Heri ein av dómarunum til Hoygards Cup.

Góðu royndirnar frá hesum kappingunum hava uttan iva eisini verið orsøk til, at íslendingar valdu at heita á Hera til Reykjavíkarmótið.
​
Hetta er ein stórur heiður og stórt upplivilsi fyri Hera, men sanniliga eisini hart arbeiði. Yvir hesar fáu dagarnar stóð Heri og dømdi einar 45-50 tímar, har hann skuldi hyggja at og døma bróðurpartin av hesum 500 rossunum

.

Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.