Okkara altjóða dómari Heri Dahl, er nú aftur farin út í heim at døma. Hesa ferð gongur leiðin til Svøríki, har NM 2018 fyri gonguløg hjá Íslandsrossum verður hildið.
Síðani Heri Dahl fyri nøkrum árum síðani stóð próvroynd sum dómari á altjóða støði, eru avbjóðingarnar bara lagstar til og at vera biðin sum dómari til NM, má metast sum satt herðaklapp og sonn viðurkenning.
Tað hevur stóran týdning fyri føroyska ríðing at hava ein dómara við til tílíkar kappingar, kanska serliga í ár, har tað vegna serligar umstøður ikki er føroysk luttøka millum reiðfólkini.
Heri letur væl at umstøðunum í Margaretehof, har kappast verður. Men hann sigur tó at nógvi hitin er ein avbjóðing, bæði fyri ross, reiðfólk, men eisini dómmarar. Tað eru 16 dómarar við til kappingina, fimm úr Íslandi, fýra úr Svøríki, tríggjir úr Danmark, tveir úr Noregi og so ein úr Finnlandi og Føroyum. Heri skal døma í tí sum verður nevnt Sport