Mánakvøldið 21. Mars klokkan 19 verður ein áhugaverdur fyrilestur við danska saðilmakaranum Tanja Lange.
Fyrilesturin verður í Tølthøllini. Kostnaðurin er kr. 100 fyri vaksin. Ung upp til 18 ár luttaka frítt.
Tanja Lange er útlærd sum saðilmakari frá Englandi í 2001. Tanja hevur arbeitt við teimum kongaligu stallunum í Onglandi, umframt á einari stórari sadlafyritøku.
Tanja kemur til Føroyar fyri at um-stoppa og rætta uppá saðlar fyri fólk. Í tí sambandi heldur hon eisini hendan fyrilesturin. Hetta er ein fyrilestur, sum er viðkomandi fyri okkum øll, ið ríða.
Veist tú, um tín saðil liggur rætt á rossinum ella kundi tú hugsa tær at vita meira um saðlar, so átti tú at luttikið til fyrilesturin..
Kundi tú hugsa tær at luttikið til fyrilesturin, kanst tú melda til á telefon 287515 ella venda tær til Jónu A. Ólavsdóttir.