Ítróttarnevndin hevði fund 30/4. Á fundinum varð nevndin skipa og ymisk mál blivu umrødd.
Niðanfyri síggjast niðurstøðurnar frá fundinum.
Ítróttarnevndin
Forkvinna: Sonja Dalsgaard Nolsøe. Tlf 596560
Næst forkvinna: Jóna Ólavsdóttir. Tlf 263582
Skrivari: Beinta Helmsdal. Tlf 250902
Kassameistari: Valborg Laksáfoss. Tlf 292010
Stongmeil-reglan
Ítróttanevndin hevur avgjørt, at stongmeil ikki er loyvd í opnu flokkunum og til barna/ungdóms kappingar. Hendan niðurstøðan er avgjørd útfrá limafundinum 27. apríl 2015.
Avgerðin er grunda á:

- Ynski um at menna tilgongdina til rætt samspæl millum reiðfólk og ross
- At tað skulu vera somu reglur galdandi innan ávísu kappingargreinarnar
Hendan reglan er galdandi fyri kappingarárið 2015.
Finalur og vinningar
A finalur verða skipaðar eftir FIPO reglum. B finalur verða hildnar um min. 12 luttakarar eru tilmeldaðir í innleiðandi umførunum.
Ung til og við 18 ár kappast innanhýsis saman við teimum vaksnu í innleiðandi og finalunum. Trý tey fremstu av teimum ungu fáa heiðursmerki. Eins og vanligt fáa nr. 1, 2 og 3 í A finalunum heiðursmerki og vinnarin av B finalunum. Vinnarin av B finaluni flytur eisini upp í A finaluna.
Sum nakað nýtt:
Vinningur verður givin til ta equipaguna, ið hevur stórst framgongd í innleiðandi viðvíkjandi karakterum, í somu grein.
Kappingargreinar
Til uttandurakappingarnar verður møguleiki at melda til V1, V5, T1, T2, T7, F1 og 100m skeið. Um luttakara talið er undir trý, fellir kappingin burtur og tey tilmeldaðu fáa boð og møguleika at melda til eina aðra kappingargrein.
Ferðasteyp
Samreiðsteypið verður givið til ta equipaguna, ið dómarnir meta vísur besta samspælið. Hetta ferðasteypið ferðast millum FM kappingarnar.
Røktarsteypið verður givið til ta equipaguna, ið dómarnir meta vísur besta stílin, t.v.s. væl røkt ross og væl klætt reiðfólk. Hetta ferðasteypið ferðast millum FM kappingarnar.
Ferðasteyp verður givið til Føroya Meistarnar, tá síðsta FM kappingin er av. Føroya Meistarin goymir hetta steyið inntil næsta kappingarár.
Hjálparlisti
Vit lýsa til hvørja kapping um hjálparlista. Um ein luttakari ikki røktar sín post kann viðkomandi fáa kappingarbann til næstu kapping.
Avmelding til kappingar
Í samband við avmelding verður luttøkugjaldið bert endurgoldin, um ryttarin hevur lækna- ella djóralækna váttan.
Tiltøk og annað
Eftir ynski frá limum arbeiðir ítrottanevndin við at fáa reiðjakkar, sum limirnir kunnu ognað sær.
Tilmelding
Gevið gætur! Tilmelding fer EINANS fram á Sporti.

- Fyrsta FM kapping í ár verður 15 og 16 maj. Tilmeldingin byrjar komandi mikudag 6. maj og endar sunnudagin 10 maj.
- FM2 kappingin verður 12 og 13 juni. Tilmelding byrjar 03 juni og endar 07 juni.
- FM3 kappingin verður 10 og 11 juli. Tilmelding byrjar 01 juli og endar 05 juli.