»Føroyaleikir« er heitið á nýggjum átaki hjá ÍSF, ið skal verða ein afturvendandi summarkapping í øllum ítróttagreinunum, sum ÍSF fevnir um. Føroyaleikir, ið kunnu lýsast sum teir Føroysku Oyggjaleikirnir, skulu ætlandi haldast annaðhvørt ár – tað árið, tá ið vanligu, altjóða oyggjaleikirnir ikki eru.
Í hesum sambandi verður okkara FM kapping í ár, partur av Føroyaleikum.
Føroyameistarar skulu finnast í hesum greinum:
V1 og T1 ungligar (16-21 ár)
V1, T1, F1 og T2
V5 og T7 barnaflokkur (børn upp til 15 ár) í hesum báðum flokkum er ikki krav um, at børnini hava luttikið í tveimum undanfarnu kappingum eins og kravið er, í hinum flokkunum.
Vinnarar í hesum flokkum fáa eisini virðislønir í Føroyaleikum.
Umframt hetta, verður eisini kappast sum vanligt í V5 og T7 (16 ár og eldri)
Fm veitsla verður um kvøldið eftir finalurnar, har øll eru vælkomin -nærri kunning seinni!
Um ivamál eru, kunnu tit ringja til Gunrid á tlf 218132 ella Jacklin á tlf 226211.
Vinarliga heilsan ítrottarnevndin