Tað er onki minni enn fantastiskt, nú Ragnheiður í morgun reið seg beint inn í eina A-finalu í V1 fjórgongd ung.
Við dómaratølum 6,30 liggur hon nú á einum fjóra plássi, einans 0,37 frá fyrsta plássinum og eru sannlíkindini fyri hon ger seg galdandi í toppinum til finaluna ikki óhugsandi.
Ester og Rakel luttóku eisini í kappingini og gjørdust Ester nr 19 við dómaratølum 5,53 og Rakel nr 12 við dómaratønum 5,97.
Ester og Vorboði skula ríða T2 ung í morgin kl 07.00. Ester hevur staði seg sera væl í hesari grein og er hetta tann grein, ið tey heilt klárt eru sterkast í, so spennandi verður at fylgja við teimum.
Elin og Óskar luttóku í V1 og gjørdust nr 11 við dómaratølum 6,77, ið var akkurát ov stutt til eina B- finalu. Tey bæði skula ríða T2 aftur í dag kl 13.55 og verður tað sera spennandi, tí hetta er tann grein, tey eru allar sterkast í.
Beinta og Kór luttóku í PP1 í gjár og endaðu sum nr 33, tey skula kappast aftur sunnudagin í P2 og er tað tann grein, ið tey eru sterkast í.
Vit ynskja Ragnheiður og Huga hjartaliga tillukku og góða eydnu til tykkum øll.
Á myndinum síggjast Ragnheiður og Hugi hita upp, innan tey fóru á vøllin í morgum.