Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

Eitt lívligt vikuskifti undir Kráarheyggi

2/15/2016

 
Veðrið var sera gott í vikuskiftinum og nógv virksemi var í felagnum. Arbeitt var á økinum bæði leygardagin og sunnudagin við at byggja garð -og nógvir mans vóru møttir upp til hesa uppgávu.  
Eina stóra tøkk til Bergur, ið hevur tikið ábyrd fyri hesum arbeiði :)
Í dag  verður garðurin stoyptur. Bergur tekur sær av hesum.
Týskvøld kl 16.00 skal avforskallast aftur og formarnir skulu vaskast og koyrast uppá pláss. Tá verður tørvur á nógvum fólki, og her kunnu bæði menn og kvinnur hjálpa. Eru vit vælmannaði, so tekur hetta ikki langa tíð. 

Eisini hevur eitt spennandi ríðiskeið verið hetta vikuskifti. Ríðiskeiðið var serligt á tann hátt, at her var sett serligt fokus á reiðfólki og kallaðist tað RytterYoga – Fit2Ride. Síðani i heyst hevur Jóna Ólavsdóttir, ríðilærari og venjari, verið í læru til RytterYoga instruktør og hevur hon hervið lokið útbúgvingina. -
Vit takka limunum fyri góða arbeiði, ið gjørt varð og Sös Fejerskov-Quist fyri eitt gott ríðiskeið !

Og ynskja Jónu tillukku við RytterYoga instruktør útbúgvingini.
Vinaliga nevndin

Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.