Vit gerast alt fleiri limir í felagnum og virksemið á øki okkara við Kráarheyg er økt sera nógv seinnu árini. Tí hevur nevndin í longri tíð arbeitt við einari ætlan, um at betra um venjingar- og kappingarumstøðurnar á øki okkara við Kráarheyg.
Tað frøðir okkum at kunna tykkum øll um, at hendan ætlan nú er komin so langt áleiðis, at Tórshavnar býráð í síðstu viku samtykti at stuðla verkætlanini hjá okkum og tí kann gongd setast á arbeiðið innan leingi.
Verkætlanin er liður í at dagføra økið soleiðis, at vit eisini framyvir kunnu lúka altjóða krøv um vallir til eitt nú gæðingakappingar, skeiðkappingar og enntá alisýningar v.m sum ítrott okkara krevur.

Ætlanin er at leingja okkara verandi kappingarvøll suðureftir til 300 m vøll og at gera eina beina breyt á eystursíðuni av verandi ringvølli. Eisini verður miðjan á vøllinum planera, soleiðis at til ber at venja har, og eisini at hava meira fríøki til ross okkara. Harumframt skal økið kring vøllin fríðkast og gerast meira vinaligt fyri áskoðararnar til kappingarnar.
Hetta fer at geva limum okkara og rossum okkara munandi betri umstøður á økinum, og fer tað vónandi eisini at gera, at enn fleiri fólk leggjast afturat ríðiítróttini.
Í samband við viðgerðina av málinum kom grein á in.fo, har málið varð lýst út frá upplýsingum úr fundarfrágreiðingini frá býráðsfundinum. Her er tíverri tann misskiljing íkomin, at fleiri mál eru blandað saman.
Vit vilja tí her vísa á, at játtanin frá Tórshavnar býráð bert viðvíkur omanfyri lýstu verkætlanini hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi og økinum hjá felagnum við Kráarheyg. Játtanin, málið og ætlanirnar hava einki at gera við framtíðar innkomuvegin til Havnar og kappríðingarbreytina hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili. Málið um breytina í Marknagili er eitt mál millum Føroya Ríðingarfelag og Tórshavnar Kommunu.
At enda vil nevndin bert ynskja øllum limum okkara eitt framhaldandi gott summar við nógvum góðum upplivingum á rossabaki. Skuldi onkur tykkara havt spurningar um omanfyrinevndu kunning, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til Gunnar, Símun ella Hera í starvsnevndini.
Við rossakvøðu
Starvsnevndin