Árligi fundurin hjá Feif, International Federation of Icelandic Horse Associations, varð hildin í døgunum 1-2 februar í Berlin. Her hittust allar nevndir undir starvsnevndini og 19 lond vóru umboðaði, 14 teirra høvdu atkvøðurætt. Hesin árligi fundurin hevur til endamáls, at tryggja at limalondini halda ein felagsleist til tess at menna alt arbeiðið rundan um íslendska rossið.
Felags fyri allar nevndirnar var eitt nú ein kunning um VM í Berlin í summar. Her er vert at nevna at umstøðurnar eru munandi batnaðar síðani síðstu stórkapping í Berlin. Eitt nú eru bygd rossahús, ið eru nútímanshóskandi. IPZV, ið er týska íslandsrossaríðusambandið, er sera errið av bøttu umstøðunum og gleða seg at bjóða fólki til eitt stórfingið VM í Berlin 2019.
Harumframt stuðlar Feif londum, ið gera eitt hvørt serligt fyri at menna íslandsrossaverðina. Eitt nú varð ársins venjari valdur og fall valið á Stian Pedersen úr Noregi. Somuleiðis varð ársins ungdómsland valt og vann Holland hendan heiður.
Feif hevur valt at taka ítróttargreinina “Tølt in Harmony” undir sínar veingir. Hetta merkir at ítróttargreinin skal skifta navn. Tó var torført at finna eitt hóskandi navn og tískil halda tey á at leita eftir hóskandi navninum.
Fír hevði á hesum sinni eitt umboð í ungdómsdeildini. Her varð nógv kjakast um, hvusssu best var at røkka teimum ungu og á hvørjum sosialum miðlum tey ferðast. Stórur dentur lagdur á at hoyra, hvussu tey ymisku londini arbeiða fyri at menna sítt ungdómsarbeiðið. Í hesum sambandi varð Eckard Meyners mannagongdir nevndar. Her verða reiðfólk vand á jørðini og síðani á rossunum. Hetta til tess at tey blíva tilvitaði um hvussu kroppurin reagerar og hvussu vit kunnu stýra bæði kropp og sinn fyri at blíva besta útgávan av okkum sjálvum, tá ið vit ríða.
Í sambandi við at Feif hevur 50 ára dag, er ætlanin at gera eitt sindur burtur úr. Eitt nú bjóðar Feif teimum ungu til at luttaka í einari videokapping. Hendan verður lýst seinni. Eisini fer Feif at bjóða okkum at luttaka í ”This is my Feifstory” til tess at fáa londini at skilja, hví Feif er týdningarmikið fyri londini. Harumframt varð kunngjørt at Feif Youth Cup verður á Vilhelmsborg í 2020. Her vóna vit at senda ein spennandi ungdómshóp at luttaka.