Góðu limir,
Nú er enn eitt gott og virkið ríðiár liðið. Flestu rossini ganga á summarbiti, har tey fáa eina væl uppiborna hvíld. Tað man tó ikki vera leingi, áðrenn rossahúsini aftur fyllast og reiðfólk koma í sving aftur.
Aftur í ár hevur nógv verið á skránni í felagnum. Fyri flestu okkara man størsta hendingin vera, tá Tølthøllin aftur varð tikin í nýtslu. Langt er tað, ið væl skal vera, men nú hava vit aftur fingið eina ómetaliga góða høll. Høllin varð innvígd í mars, og tað bleiv gjørt við einum væleydnaðum degi við ymsum kappingum, og dagurin endaði við einari hugnaligari grillveitslu í høllini.
Kappingarnar
Á kappingarøkinum hevur eisini verið nógv á skránni – eitt sindur til øll.
Kappingarárið byrjaði í januar við Kalla- og Kvennatølt, ið varð hildið í reiðhøllini hjá Føroya

Ríðingarfelagið. Luttøkan millum damurnar var sera góð, men kalarnir vóru ikki líka skarpir – teir koma nokk sterkt aftur.
Onnur kappingin varð hildin miðjan mars saman við endurinvíganini av Tølthøllini. Kappast var í ungdómshestacup hjá teimum ungu og stuttleikakapping fyri tey vaksnu. Harumframt var eisini ein nýggjur kappingarháttur royndur – Rossa Fimi. Luttøkan var góð í øllum bólkum og nógvir áskoðarar vóru møttir eisini.
Skipað var fyri trimum FM kappingum í ár. Kappingarnar eydnaðist sum so væl, hóast veðrið spældi eitt puss til tvær av kappingunum. Føroya meistarar í ár gjørdust:
Ungl.: Ragnheiður Ó. Dam
Tølt T1: Knút Lutzen og Tokkabót
Fjórg. 4.1: Óluva á Lofti og Huginn
Fimmg. 5.1: Bryndís Joensen og Hrafn
Tølt T7: Ragnheiður Ó. Dam og Hárekur
Fjórg. 4.5: Óluva á Lofti og Dorit
Skeið 100m.: Anna Magnussen og Sokkur
Røktarsteypið: Ragnheiður Ó. Dam
Ársins ríðari: Óluva á Lofti
Samreiðssteypið:Óluva á Lofti
Onnur tiltøk
Ymiskt annað var eisini á skránni í ár, av hesum kann millum annað nevnast:
Felagsmorgunmatur, nakrar sunnumorgnar gjøgnum veturin. Hetta vóru nakrar hugnaliga løtur, og vit vóna, at undirtøka er fyri at halda fast í hesum táttinum framyvir.
Fyri børnini varð í desembur skipað fyri jólahaldi í Tølthøllin. Har møtti ein rúgva børnum upp og Jens Marni fjálgaði um við jólatónum. Eftir dansin um jólatræið, var vitjan av einum sera stuttligum og ørligum íslendskum jólamanni – tað var ein rimmar susses og børnini stóðu sum negld og lýddu á hendan góða jólamann
Sum nakað heilt nýtt tóku Sonja D. Nolsøe og Jóna Ólavsdóttir í ár stig til at skipaða undirvísing fyri ungum reiðfólki í Føroyum. Skeiðið bleiv bjóða út til øll við áhuga fyri rossum. Nógv við okkum mundu vera ovfarin av stóru undirtøkuni og tær eiga stóran heiður fyri hetta arbeiði, sum vónandi heldur fram.
Ætlanir fyri komandi árið
Miðja verður eftir at halda fast í væleydnaðu tiltøkunum, sum vóru roynd í ár. Harumframt er ætlanin at skapa onnur og nýggj tiltøk, sum samla limirnar. Millum annað kann nevnast, ruddingardagar, arbeiðsdagar á økinum og ymist annað.
Tit fáa nógv meira at vita um hetta seinni.
Blíðar heilsanir,
Nevndin