Í gjár byrjaði ferðin hjá Háreka frá Marknagili til NM í Biri í Noregi. Hárekur er undan Dýni frá Hvammi og Rauðhetta frá Arnarhóli. Fyrireikingarnar til NM, hava verið í gongd leingi og í gjár kom dagurin, tá ið Hárekur byrjaði sína longu ferð til Noregs. Hárekur fer, sum fyrsta føroysktfødda ross, uttanlands at kappast.
15 ára gamla Ragnheiður Dam Ólafsdóttir eigur og venur Háreka og skulu tey kappast í Junior Sport í greinunum 4.1 og í T.1 til NM í døgunum 10 og 11 august. Hesturin hevur verið í miðvísari venjing og partur av hesari venjingini hevur eisini verið at fyrireika hann til longu ferðina, sum byrjaði í gjár.
Hárekur verður fluttur til Hirtshals við Smyril Line av Brandi í Dali, har hesturin skal húsast hjá Jóanisi í Hoygarðinum og Elini Tindskarð, áðrenn ferðast verður víðari til kappingarøkið í Biri. Elin og Jóanis verða partur av ferðaliðnum, ið skal til Noregs. Elin skal kappast á Hõlkvir frá Ytra-Dalsgerði í T2, ið er ein grein, har sum ríðarin skal vísa rossið á tølti og millum annað tølta við púra leysum teymi. Í hesari greinini eru tey bæði framúr dugnalig.
Vónirnar til landsliðið í ár eru góðar og ynskja vit teimum góða eyðnu á ferðini og til kappingina.