Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

FM- Kappingar

8/24/2014

 
Ein av hornasteinunum undir øllum virkseminum hjá FÌR er árligu Føroyameistara kappingarnar á ringvøllinum undir Kráarheyggi. Tað verður skipa fyri trimum til fýra FM-kappingum árliga.


Í FM-kappingunum verður vanliga kappast í hesum greinum:

V.1 Fjórgongd (Programm)
1 umfar spakuligt tølt, 1 umfar spakuligt til miðaltempo trav, ½ umfar miðaltempo fet, 1 umfar spakuligt til miðaltempo lop, 1 umfar skjótari tølt)

V.2 Fjórgongd (Greinin verður riðin eins og riðið verður í finalu.)
Spakuligt tølt, spakuligt til miðaltempo trav, miðaltempo fet, spakuligt til miðaltempo lop, skjótari tølt.
T.1 Tølt (Programm)
1 umfar spakuligt tølt, venda rossinum, 1 umfar ferðøkingar, 1 umfar skjótari tølt.

F.1 Fimmgongd (Programm)
1 umfar spakuligt til miðaltempo tølt, 1 umfar spakuligt til miðaltempo trav, ½ umfar miðaltempo fet, 1 umfar spakuligt til miðaltempo lop, 1 umfar skeið –skeiðið verður bert riðið á langsíðunum.

T.2 Tølt (Programm)
1 umfar valfrítt tempo tølt, 1 umfar spakuligt tølt, venda rossinum, 1 umfar slakteyma tølt í spakuligum til miðaltempo –ríðari heldur báðar teymarnar í einari hond uttan teymakontakt við munn hestsins.

V.5 Fjórgongd –opin flokkur 14 ár og uppeftir. (Greinin verður riðin eins og riðið verður í finalu.)
Valfrítt tempo tølt, spakuligt til miðaltempo trav, miðaltempo fet, spakuligt til miðaltempo lop.

V.5 Fjórgongd –barnaflokkur 14 ár og yngri. (Greinin verður riðin eins og riðið verður í finalu.)
Valfrítt tempo tølt, spakuligt til miðaltempo trav, miðaltempo fet, spakuligt til miðaltempo lop.

T.7 Tølt (Greinin verður riðin eins og riðið verður í finalu.)
Spakuligt tølt, venda rossinum, valfrítt tempo tølt.

Aldursmark og reglur fyri  FM-kappingarnar 

V5 Barnaflokkur: Ríðarar ið eru til og við 14 ár (gerst ríðarin 15 ár í kappingarárinum kann hann ikki kappast í hesum flokki).

V5 (opin flokkur) Onki aldursmark. Ætlað til óroynd ross ella óroyndar rídarar. Sama ríðirprogramm sum barnaflokkurin. Hesin flokkur hevur karaktermark soleiðis, at um rossið fer yvir 5,50 í innleiðandi kappingini, kann tað ikki luttaka í hesi grein restina av  kappingarárinum.

V1 fjórgongd unglingar: Ríðarar ið eru til og við 21 ár (gerst ríðarin 22 ár í  kappingarárinum kann hann ikki longur kappast í hesum flokki.




Comments are closed.

    Greinar

    All

    Úrslit
Powered by Create your own unique website with customizable templates.