Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

NM 2014 í Herning

8/24/2014

0 Comments

 
Picture
Picture
NM 2014 í Herning
30. juli til 04. august varð Norðurlandameistaraskap hildið í Herning í Danmark. 

Landsliðið sum luttók fyri Føroyar hesaferð var:

-Heri D. Dahl á Vorboða frá Akurgerði - luttaka í T2 tølti og Fjórg.
-Heri D. Dahl á Hørði frá Hnausum - luttaka í Gæðingakeppni B flokki
-Óluva Á Lofti á Huginn frá Útnyrðingsst.- luttaka í T2 tølti og Fjórðg.
-Elin V. Tindskarð á Hølkvir frá Ytra-Dalsgerði – luttaka í T2 tølti
-Jóanis í Hoygarðinum á Marel frá Feti, luttaka í Gæðingakeppni B flokki

Á fyrsta sinni varð kappast í Gæðingakeppni til slík altjóða mót, og longu nú kunnu stilla upp við tveimum rossum í hesi nýggju greinini.


Føroysku úrslitini frá NM 2014
Føroyska landsliðið fór avstað við høgum vónum - summar blivu náddar, aðrar ikki heilt. Vit, sum standa rundanum landsliðið, kunnu tó øll av sonnum siga, at landsliðið stóð seg væl.

Samanlagt sá úrslitið hjá landsliðinum soleiðis út:

T2 – Elin Tindskarð á Hølkvir
- Samanlagt endaði Elin og Hølkvir á einum flottum 6. plássi 
- Elin og Hølkvir riðu seg inn í finaluna við úrslitinum 7,80

Gæðingakeppni B-flokk – Jóanis á Marel og Heri á Hørði luttóku
- Heri og Hørður riðu seg í 8,31, sum rak til eitt 11. pláss
- Jóanis og Marel komu í finaluna við 8,34
- Samanlagt endaði Jóanis og Marel á einum flottum 6. plássi

T1/Tølt – Heri á Vorboða og Óluva á Huginn luttóku
- Óluva og Huginn riðu seg í 6,27
- Heri og Vorboði riðu seg í 6,18 

V1/Fjórgongd - Heri á Vorboða og Óluva á Huginn luttóku
- Heri og Vorboði riðu seg í 6,27
- Óluva og Huginn riðu seg í 6,63 

0 Comments

Youth Cup 2014 í Íslandi

2/4/2014

0 Comments

 
Picture
Youth Cup 2014 varð hildið á Holum í Íslandi. Fyri FÌR luttóku Ragnheiður Dam, Rebekka Jansdóttir Simonsen og Elisabeth Niclasen. Við teimum á ferðini var Sonja Dalsgaard Nolsøe sum liðleiðari.

0 Comments

    Greinar

    August 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.