Foroyskt Islandsrossafelag
Teldupostur: isross@isross.com
  • Tíðindi
  • Sport
    • Kappingar >
      • Úrslit
    • Dómarar
    • Altjóða luttøka
  • Kalendari
  • Felagið
    • Nevndir >
      • Starvsnevndin
      • Ítrottarnevndin
      • Alinevndin
      • Ungdómsráðið
    • Søgan
    • FEIF
  • Limaskapur
  • English

TREC - nýggj og annarleiðis kapping fyri øll

5/24/2015

 
Í kappingini verður stórur dentur lagdur á samstarv millum ross og reiðfólk. Kappingin er fyri øll reiðfólk, rossasløg og verður skipað bæði á gøtum og á breytum. 
TREC kappingin verður skipa í samstarvi millum feløgini í Ríðisambandi Føroya. Høvuðsendamálið við kappingini er at njóta og brúka møguleikarnar á rossabaki og menna felagskenslu millum reiðfólk. 

Niðanfyri sæst hvussu TREC kappingin gongur fyri seg:

1. Ríðitúrur á 25 km 
Riðin verður ein 25 km langur teinur á ríði- og hagagøtunum við forðingum og pulsmátingum av rossunum. Í hesi grein ber til at ríða tvey og tvey saman. 

2. Gongulagsbreyt 
2 x 150 metur gongulagsbreyt - fet, trav ella tølt. 

3. Forðaríðing 
Forðaríðing við 8 uppgávum. 

Kappingin verður fríggjakvøldið og leygardagin 26. og 27. juni. Nærri kunning um kappingina verður at fáa tá vit nærkast.

Vinarliga heilsan,
Fyriskipararnir

Comments are closed.
    Billede
    Høvuðsstuðul hjá ítróttinum í felagnum er Topp Ross. Topp Ross er handil, ið selur útgerð til reiðfólk og ross.
    Nevndir
    Melda til tíðindabræv
    Skráseting av rossum
    Samband

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.